Mentan

Myndir: Jørundur Hundadagakongur í Sjónleikarahúsinum

Fleiri enn 40 fólk eru á palli og seinastu sýningarnar verða nú

(Mynd: Gilli Brend í Hoyvík)

(Mynd: Gilli Brend í Hoyvík)

2018-11-07 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Sjónleikarfelag hátíðarheldur í hesum døgum 100 ára føðingardag við jubileumsleikinum “Jørundur hundadagakongur”. Yvir 40 fólk eru á palli og á skránni er ein festligur, spennandi og litríkur leikur við nógvum sangi, tónleiki og dansi. Trettan sýningar hava verið í Sjónleikarhúsinum og nú verður farið undir seinastu sýningarnar.

Í sambandi við leikin er allur salurin í Sjónleikarhúsinum umskapaður, soleiðis at áskoðararnir fyrst sita til háborðs á vertshúsi í London og fara síðani fara við sjógarpunum umborð á skip Jørundar og sigla til Íslands. Í Íslandi verður fátæka almúgan illa viðfarin av ríkmonnum og embætismonnum. Jørundur setir sær fyri at broyta ússaligu korini, sum íslendska fólkið livir undir. Hann bjóðar embætismonnunum av og útnevnir seg sjálvan til kong. Hansara dreymur er at seta á stovn glæsiliga, nýggja stjórnarskipan í einum frælsum og sjálvstøðugum Íslandi. Hvussu leikur fer, fáa tit at síggja, tá ið yvir 40 sjónleikarar, sangarar, tónleikarar og dansarar trína á pallin og siga søguna um hetta ævintýrakenda tíðarbilið í søgu Jørundar.

Leikstjóri er Ria Tórgarð. Ria er drivin leikstjóri og hevur fyrr sett leikir upp, sum minna um hendan. Hon dugir júst hetta við at pallseta stóran leik við nógvum fólkum og at samansjóða allar listagreinirnar, sum eru í einum leiki av hesum slag. Ria hevur eisini broytt og umskrivað upprunaleikritið, so tað er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.

Sjáldsama flotti pallurin, sum Hjálmar Dam hevur sniðgivið og framleitt saman við handverkarum, er ein uppliving í sær sjálvum. Serstøku búnarnar til sjómenn og kapteynar, hermenn og guvernørar, fátøk og múgvandi fólk, lættlivandi kvinnur og føgur sprund, hevur Anna Sofía Egilstrøð tilevnað saman við einum toymi av seymikonum. Sigrið Sivertsen hevur arrangerað tónleikin og staðið fyri sangvenjingunum. Koreograferað og skipað fyri dansivenjingum hevur Elsa Maria Bærentsen. Ljóssniðgevi er Turpin N. Djurhuus. Orkestrið er mannað av tónleikarunum Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá.

Harumframt er ein rúgva av leikarum, sum eru bæði óroynd og roynd, ung og tilkomin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder