
Frá klokkan 9 í morgun hevur gongd verið í CEF-samráðingunum í løgtingshúsinum. Hetta er annar dagurin við samgongusamráðingum millum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, letur væl at, men sigur samstundis, at tað lættliga kunnu vera snávingarsteinar á vegnum.
Les eisini: Arbeiða gjøgnum øll punktini í kvøld
-
Arbeitt var til seint í gjárkvøldið, men longu klokkan 9 varð byrjað aftur. Samráðingarleiðarin er klárur til ein langan dag (Mynd: Sverri Egholm)
-
Høgni Hoydal slapp framat samráðingunum eftir at Sambandsflokkurin varð vrakaður. Nú skal tingast aftur og fram til semja er funnin (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, er av sonnum ein av høvuðspersónunum aftaná løgtingsvalið (Mynd: Sverri Egholm)
-
Partur av Framsóknarmanningini. Bjarni Kárason Peterse, Ruth Vang og skrivarin, Poul Clementsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Boð eru eftir serfrøðingum í dag. Fyrst á skránni eru Malan Johansen og Kári Petersen frá Landsbankanum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Um andlitsbragdini merkja, at samráðingarnar ganga væl, er trupult at siga (Mynd: Sverri Egholm)
-
Fleiri av tingfólkunum eru til ymsu framløgurnar. Her Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Stóra fundarhøli 1 er karmur um flestu framløgurnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)
-
Fyrsta framløgan av, og nógv er at hugsa um (Mynd: Sverri Egholm)
-
Nógv er at taka støðu til hjá forfólkunum í flokkunum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, úttalar seg til miðlarnar morgun sum kvøld, men lítið ítøkiligt er at frætta (Mynd: Sverri Egholm)
-
SEV og Umhvørvisstovan eru komin í løgtingið at geva sítt boð uppá hvørji av vallyftunum kunnu halda (Mynd: Sverri Egholm)
-
Stýrisformaður í Sev, Kári Johansen, fremstur í riðlinum sum fer upp á aðru hædd í løgtingshúsinum. Tað er her, at framløgurnar eru (Mynd: Sverri Egholm)
-
Skattaviðurskifti verða umrødd út á seinnapartin. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bárður á Steig Nielsen roynir at halda seg framat, hóast hann er settur uttanfyri samráðingarnar. Helst fríggjaði hann til onkrar av flokkunum, sum sita á aðru hædd á samráðast. Við miðlarnar er fáorðaður um ríkisveitingina, sum skilti partarnar týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ljós morgun og kvøld - helst eisini næstu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)
-
Tað gongur væl, men tað kunnu vera snávingarsteinar á vegnum. Tí vil Aksel V. Johannesen ikki siga við Dag og viku, at samgongan er í pottinum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Hóast ein langan dag, tykist lagið at vera gott á samráðingarleiðaranum, Akseli V. Johannesen. Enn mangla nøkur punktir at gjøgnumgangast, men ætlanin er at gera tað í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
-
Helst halda tey á til einaferð seint í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald