Innanlands

Myndir: Lítið í part í Kvívík

Drápspartarnir vóru eitt fjórðings skinn. Skorið varð upp í Kvívík í góðveðrinum seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-27 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ikki nógv í part til grindafólk og tey, sum annars høvdu skrivað seg upp á Leynasandi í nátt. Seðlarnir komu út í góðveðrinum Niðri í Urð í Kvívík klokkan 14, og har boðaði Finnbogi Midjord, sýslumaður, frá at tað var eitt fjórðings skinn í part.

51 hvalir løgdu beinini í Leynum stutt eftir midnátt og nógvir av teimum vóru hampiligir í stødd, men grindin er býtt í drápspartar og heimapartar í Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu. Heimapartarnir eru 0,15 skinn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder