Mentan

Myndir: Minnismerkið um Steffan Danielsen avdúkað

Leygardagin var hátíðardámur í Nólsoy. Sí myndir

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-09-05 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin var stór samkoma í góða veðrinum í Nólsoy, tá ein minnispláta um listamannin Steffan Danielsen varð avdúkað í sambandi við at hann fylti 100 ár. 

Borgarstjórin byrjaði við at bjóða fólkum vælkomnum í Krókagøtu, og greiddi frá ymsum minnum um Steffan. M.a. tá hann plagdi at koma inn til Havnar við útróðrarmonnum við málningum undir armunum, sum hann fór niðan til Eirikstoft at ramma inn. 

- Steffan var ein sjáldsamur maður, tó kanska tann mest originali og mest sermerkti føroyski listamaðurin í síni samtíð. Hann málaði samstundis sum William Heinesen, Mikines, Jack Kampmann og Ingálvur av Reyni. 

- Men hann apaði sær ikki eftir teimum, til tess var hann alt ov originalur. Í bókini um listaverk Steffans verða einføldu myndaevni hansara kallað “tómleikans poesi”. 

- Og tað er helst sera hóskandi, tá vit hugsa um, hvussu nógv hann fekk burturúr lítlum og ongum. Ein turkiløður var nógmikið fyri hann at skapa eitt stórt listarverk burturúr, segði Heðin Mortensen millum annað. 

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, segði eisini nøkur orð um Steffan Danielsen, síðan varð minnisplátan avdúkað, nólsoyingar sungu og aftaná bjóðaði kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum.

Nólsoyingar høvdu eisini púra óvæntað verið húsagongd og lænt málningar av Steffani til eina framsýning, sum varð sera væl vitjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder