Uttanlands

Myndir: Mótmæltu um alt USA

Í gjár fóru tíggjutúsundatals amerikanarar á gøturnar at heita á politikarar um at herða vápnalógirnar í kjalarvørrinum á skottilburðin í Texas, sum kravdi 21 mannalív í mai

Mótmælisfólk í Atlanta í statinum Georgia (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Atlanta í statinum Georgia (Mynd: EPA)

2022-06-12 16:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fóru tíggjutúsundatals fólk út á gøturnar í USA at heita á politikarar um at herða vápnalógirnar.

Fyriskipari var felagsskapurin March for Our Lives, sum varð stovnaður av miðnámsskúlanæmingum, sum yvirlivdu skottilburðin á einum miðnámsskúla í Parkland í statinum Florida í 2018.

Skipað varð fyri fleiri enn 450 mótmælum um alt landið – m.a. í stórbýum sum New York City, Chicago, og Los Angeles, umframt í Parkland. Størsta mótmælið var í høvuðsstaðnum Washington D.C.

Mótmælini leygardagin komu í kjalarvørrinum á skottilburðin í Uvalde í Texas 24. mai, tá 19 næmingar og tveir lærarar í einum barnaskúla vórðu skotnir til deyðis.

Niðanfyri síggjast myndir úr Washington D.C. og Atlanta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder