Mentan

Myndir: Nakrir av Grammy vinnarunum í nátt

Billie Eilish gjørdi besta sangin í fjør – “What was I made for” úr Barbie-filminum

Billie Eilish (Mynd: EPA)

Billie Eilish (Mynd: EPA)

2024-02-05 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miley Cyrus, Billie Eilish og Taylor Swift eru nakrar av teimum, sum í nátt vunnu Grammy tónleikavirðislønir.

Hetta var 66. ferðin, at Grammy virðislønir vórðu handaðar fyri bestu tónleika- og videoframleiðslur í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2022 til 15. september 2023.

Miley Cyrus vann sínar fyrstu Grammy-virðislønir – fyri besta poppsang og fyri ársins innspæling fyri sangin “Flowers”.

Taylor Swift vann bæði bestu popp útgávu og Album of the Year fyri “Midnights”. Tað var fjórða ferðin, at Swift vann heiðurin fyri bestu útgávu yvirhøvur, og hon eigur nú metið fyri at hava vunnið henda heiður flest ferðir.

Les eisini: Grammy fyri bestu útgávu á fjórða sinni

Væl umtókti Barbie-filmurin frá í fjør vann bæði fyri sjálvt ljóðsporðið (Barbie: The Album) og hartil vann Billie Eilish fyri besta sang, “What was I made for”.

Heiðurin fyri besta nýggja listafólk fór til sangaran og sangskrivaran Victoria Monét. Hon er kend fyri eitt nú sangirnar “On My Mama” og “We Might Even Be Falling in Love”.

Sangarin og sangskrivarin SZA var tilnevnd til níggju heiðurslønir, og hon vann fyri R&B sangin “Snooze” og útgávuna “SOS”, sum eisini á ovast á Billboard-listanum í tíggju vikur á rað.

Saman við Phoebe Bridges frá bólkinum Boygenius fekk hon eisini ein Grammy fyri sangin “Ghost in the Machine”. Boygenius vann tríggjar heiðurslønir – bestu rokkframførslu, besta rokksang og besta alternativu útgávu.

Rapparin Killer Mike vann fyri bestu rappframførslu, besta rappsang og bestu rappútgávu. Hansara heiður fekk ein óvæntaðan enda, tí hann varð førdur burtur úr høllini í handjørnum. Orsøkin var, at hann var undir illgruna fyri slagsmál ‘backstage’, skriva fleiri miðlar, millum annað The Guardian.

Rokkbólkurin Paramore vann tvær heiðurslønir, fyri útgávuna “This is Why” og í fyri ‘Best Alternative Music Performance’ fyri sama sang. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder