Innanlands

Myndir: Nýggjur bjargingarbátur í Havnini

Nýggi bjargingarbáturin Tanum hjá Tórshavnar Bjargingarfelagi kom í morgun á Havnina

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-15 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tanum er bygdur í 1995, og er í góðum standi. Ætlanin er næstu tvey árini at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát um tvey ár.

Meðan “gamli“ bjargingarbáturin, Rescue Lív, er 12 metur langur og slakar 4 metur breiður, so er nýggi báturin 16 metur langur og 5 metur breiður.

Báturin er rúmligari enn Rescue Lív, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning verða væl betri umframt at pláss verður fyri fleiri fólki umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.

Vit vóru umborð fyrrapartin og tóku nakrar myndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder