2024-06-02 04:25
Nei, tað var ikki ein rúgva av fólki í Marknagili í kvøld til Okkara Land, men í mun til at verkfall er, og at veðrið var sum tað var, var nakað av fólki á økinum.
Tað var upp á tað mesta meðan Týr var á palli frá klokkan 23 til á midnátt. Eftir hetta bleiv heldur vátt, og tað tóktist heldur tómligari millum áhoyrararnar. Hinvegin hugnaðu tey sum vóru har sær óført í regninum.
Sí myndir frá Okkara Land í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald