2020-05-26 09:31
Hann skal hýsa umleið 800 næmingum, og verður eftir ætlan liðugur í september. Skúlin á Fløtum nærkast endanum, og nú byrjar at síggjast hvussu hann veruliga fer at síggja út.
Skúlin á Fløtum er samanlagdi Venjingarskúlin og Tórshavnar kommunuskúlin. Í løtuni húsast skúlin í fleiri bygningum, men nú verður virksemið savnað.
Samlaði fíggjarkarmurin er 383 milliónir krónur.
Heðin Mortensen, býráðslimur, og limur í byggi- og býarskipanarnevndini Tórshavnar býráði tók hesar myndirnar í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald