placeholder

Myndir: Soleiðis sær man út aftaná 18 túrar niðan á Slættaratind

Tað vóru tveir glaðir harrar, sum beint eftir middag gjøgnumførdu Everestingroyndina við at ganga niðan á Slættaratind

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-21 14:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv fólk á Eiðiskarði á døgurða. Tá komu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen á mál í sínari Everesting-roynd, har teir skuldu ganga hæddarmetrarnar á Mount Everest út í eitt.

Tað gjørdu teir, og tað kravdi 18 túrar niðan á Slættaratind og oman aftur.

Teir báðir vóru sum vera man troyttir, men glaðir fyri at síggja øll tey fegnu fólkini, sum vóru komin at heilsa uppá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder