Uttanlands

Myndir: VE Dagurin hátíðarhildin kring Evropa

Minnast, at tað í dag eru 75 ár síðan at Nasitýskland gav seg yvir, og friður aftur kundi valda í Evropa

Bretsk flogfør yvir standmyndini av Winston Churchill í London (Mynd: EPA)

Bretsk flogfør yvir standmyndini av Winston Churchill í London (Mynd: EPA)

2020-05-08 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kring Evropa varð hátíðarhildið, at tað í dag eru liðin 75 ár síðan Evropa gjørdist frítt aftur eftir heimsbardagan.

VE Day verður dagurin kallaður. VE stendur fyri Victory in Europe, sigur í Evropa.

Í Bretlandi var tøgn í tveir minuttir fyri at minnast, tey, ið fullu í krígnum. Seinni fer Elizabeth drotning at halda eina røðu, sum verður sjónvarpað.

Í Fraklandi og Týsklandi mintust stjórnarleiðararnir eisini dagin..

Øll hátíðarhaldini vóru, sum vera mann, merkt av, at bann er sett kring alt Evropa at savnast í stórum mannamúgvum, og tí hevur dagurin verið hildin øðrvísi, enn ætlað var einaferð.

Tað var 8. mai 1945 at Nasitýskland gav seg yvir, og hetta varð góðtikið av Bretlandi og teimum sameindu londini.

Hetta var tó ikki endin á seinna heimsbardaga, tí tað var ikki fyrr enn í august 1945, at keisaraveldið Japan gav seg yvir.

Vit hava savnað nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder