2020-09-06 14:38
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni liggur ein stórur stuttleikabátur – ein yacht – í Nólsoyarfirði.
Sambært Marine Traffic er talan um yachtina Calypso. Hon stendur at vera komin úr Reykjavík, og er hon steðgað her á veg til Bodø í Noregi.
Av Tórshavnar Havn verður sagt, at hon kom tá klokkan var umleið átta í morgun, men meira vita tey ikki.
– Hon hevur ikki verið í sambandi við okkum, hon er helst komin her at kroka fyri veður, verður sagt.
Yachtin er skrásett í Caymanoyggjunum.
Les eisini: J. K. Rowling í Nólsoyarfirði? (Hvat.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald