Uttanlands

Myndugleikarnir vátta dubbing í Grønlandi

- Trygdin í Arktis hevur avgerandi týdning fyri kongsríkið og okkara sameindu í arktiska økinum, og tað er tí av týdningi, at vit í tøttum samstarvi styrkja okkara førleikar at virka í økinum uppaftur meira, sigur danski verjumálaráðharrin

Vivian Motzfeldt og Troels Lund Poulsen (Mynd: Forsvarsministeriet)

Vivian Motzfeldt og Troels Lund Poulsen (Mynd: Forsvarsministeriet)

2026-01-14 16:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendska landsstýrið og danska verjumálaráðið vátta nú, at danska verjan frá í dag at galda hevur dubbað seg í Grønlandi. Hetta merkir, at fleiri flogfør, skip og herfólk – eisini frá øðrum Nato-londum.

Hetta framgongur í einum tíðindaskrivi, sum verjumálaráðið sendi út stutt fyri at fundurin í Washington D.C. byrjaði í dag.

- Trygdarspenningarnir hava breitt seg til Arktis. Naalakkersuisut og verjumálaráðið hava tí tikið avgerð um at økja um venjingarvirksemið í Grønlandi í tøttum samstarvi við hini Nato-londini, stendur í byrjanini av tíðindaskrivinum.

Her stendur eisini, at Grønland og Danmark arbeiða tættari saman um verjuna í Grønlandi.

- Sum partur av Nato-samgonguni er tað eitt kjarnumál fyri Naalakkersuisut, at verjan og trygdin í og kring Grønland verður styrkt, og at hetta hendir í tøttum samstarvi við okkara sameindu í Nato, sigur Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum í tíðindaskrivinum.

Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, tekur undir við henni:

- Trygdin í Arktis hevur avgerandi týdning fyri kongsríkið og okkara sameindu í arktiska økinum, og tað er tí av týdningi, at vit í tøttum samstarvi styrkja okkara førleikar at virka í økinum uppaftur meira, sigur verjumálaráðharrin.

Hereftir verður tað Arktisk kommandu, sum leypandi fer at kunna borgarar í Grønlandi og taka sær av samskiftinum við viðkomandi grønlendskar myndugleikar.

Tíðindaskrivið kann lesast her

Í dag er ein sokallað ‘forkommando’ send til Grønlands. Uppgávan hjá henni er at tryggja, at eitt nú logistikkurin og umhvørvið í Grønlandi er til reiðar at taka ímóti størri hermegi í komandi tíðum. 

Tíðindafundur er í verjumálaráðnum um hetta byrjaði nú klokkan 16.30.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur júst skrivað á sosialu miðlunum, at svenska verjan eisini hevur sent nøkur fólk til Grønlands í dag at vera við í fyrireikingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder