Ein av spennandi verkætlanum í Vágs kommunu tekur skap á økinum við Sandin. Talan er um næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy, sum Bústaðir letur byggja, og sum Ítróttaháskúlin kemur at leiga. Hetta skriva Vágs Kommuna á Heimasíðuni.
Spakin varð settur í í apríl mánað í ár. Økið varð planerað í summar og síðani varð farið undir at byggja. -Og nú tekur bygningurin skap á økinum við Sandin. Tað er Bústaðir sum er byggiharri og Norcon í Vági stendur fyri byggingini.
Veggirnar í grundhæddini eru stoyptir, gólv er lagt á og nú eru formarnir til 2. hædd av næmingaheiminum settir upp. Við hesum byrjar skapi av bygninginum eisini at gerast sjónligt í økinum.
Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.
Næmingaheimið skal eftir ætlan standa liðugt seint komandi summar og fer hetta at skapa nýggjar spennandi møguleikar fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy.
Kelda: Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald