- Vit vilja broyta dynamikkin, sum kann vera í fríkorterunum, bæði inni og úti, har summir næmingar eru saman, og summir ongan felagsskap hava. Hetta snýr seg eisini um, at vit vaksnu vilja vera sjónlig í fríkorterunum. Næmingar hava ikki so góðan hug at fara út í fríkorterunum, og tí verður ofta bóltspæl inni, sum kann vera keðiligt fyri nógv.
Hetta sigur Súsanna Brekku, lærari í Runavíkar kommunuskúla, við Skúlablaðið.
Eitt fríkorter kann nýtast til mangt ymiskt, og sum eina roynd at hava góða sosiala samveru í fríkorterum eru lærarar í Runavíkar kommunuskúla farnir undir at binda og hekla saman við næmingum.
- Tað snýr seg eisini um eygu og oyru, og bæði at síggja næmingar á øðrvísi hátt og leggja oyra til tað teir hava hug at fortelja. Lærarar kunnu gera sær nógvar og øðrvísi eygleiðingar, tá ið tú situr í friði og náðum og hugnar tær við stokkum og heklinál, samanborið við tá tú hevur garðvakt, og nógv rok kann vera,
Upplivingarnir eru, at summir næmingar koma, tí teir vilja binda ella hekla, summir, tí teir vilja læra tað, og summir, tí tað er hugnaligt at sita á gongini í skúlanum í friði og náðum og tosa og samstundis gera nakað handaligt. Næmingar hava tikið sera væl undir við bindiløtunum og spyrja eftir, nær næsta bindiløta verður. Teir, sum hava tikið best undir við tiltakinum, eru næmingarnir í 6. og 7. flokki.
- Tað eru gentur, sum binda og hekla, men dreingir koma at práta. Tað stendur ongastaðni, at vit skulu vera friðarlig, meðan vit sita, men tað verður tað av sær sjálvum. Tað er so hugnaligt og so nógv góð prát. Vit síggja næmingar, sum vanliga ikki hava nakað í felag, leggja øðrum lag á. Hetta fer bæði tvørtur um flokkar og árgangir. Næmingarnir síggja, at hesar løturnar eru bara vanligt prát, at lærararnir eru vaksin fólk, sum hugna sær og ikki bara eru alvorligir. Teir vita, at hava teir hug, kunnu teir í langa fríkorterinum mánadag binda, hekla, tekna ella bara sita og práta saman við øðrum.
Tiltakið er lutfalsliga nýtt, men hetta kann gerast til ein vana og nakað, sum fleiri fríkorter verða nýtt uppá - serliga tey longu. Vit fara at royna at skipa hesar løturnar oftari, sigur sigur Súsanna Brekku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald