Innanlands

Næmingar við serligum tørvi sendir til hús

Nú námsfrøðingar eru raktir av verkbanni eru skúlar noyddir at senda næmingar við serligum tørvi til hús, og hetta rakar umleið helvtina av næmingunum á Skúlanum á Trøðni, sigur skúlastjórin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-08 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av verkbanninum hjá námsfrøðingunum, hava skúlarnir verið noyddir at sent næmingar við serligum tørvi til hús, sigur Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

Í gjár vórðu limir hjá Pedagogfelagnum, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar í 24 tímar verkfalli. Verkfallið skuldi vara frá mánamorgunin klokkan sjey til í morgun klokkan sjey, men Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýstu verkbann.

Verkbannið er galdandi fyri allar limir hjá Pedagogfelagnum, sum starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og skúlanum á Trøðni, og sum Pedagogfelagið hevði koyrt í verkfall.

– Tað er ein sera óheppin støða, og vit eru sera hørm um, at vit eru tikin til gíslar í eini trætu, sum vit einki eiga í, segði formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum við Útvarpið.

Á eitt nú Skúlanum á Trøðni eru tey sera hart rakt av verkbanninum.

– Uml. helvtin av undirvísarunum hjá okkum eru námsfrøðingar, og teir næmingarnir, sum hava námsfrøðingar kunnu ikki koma í skúla, tí har er eingin at taka sær av teimum, sigur Jan Christiansen, skúlastjóri í viðmerking til Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder