![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú sleppa tey upp ímóti 2.000 fólkini, sum hava sína dagligu gongd á Glasi út aftur.
Bara eitt starvsfólk á Glasi er testað positivt og øll hini kanningarúrslitini eru negativ fyri covid-19 í kanningunum fyri í gjár.
Tað hevur landslæknin váttað fyri rektaranum á Glasi, Steinbjørn Hardlei. Tann smittaði er partur av kendari smittuketu uttanfyri skúlan, og hevur sitið í sóttarhaldi síðani farna vikuskiftið.
Síðani mánadagin hava næmingar og starvsfólk tey verið í sóttarhaldi, tí myndugleikarnir óttaðust eitt koronaútbrot á skúlanum. Koronakanningar vórðu gjørdar longu sunnudagin og mánadagin, og nakrir næmingar og nøkur starvsfólk vóru aftur testað í gjár.
Ætlanin var at kanna restina av næmingunum í morgin, men av tí at smittan ikki er spjadd á Glasi, er avgerð tikin um ikki at gjøgnum føra kanningarnar.
Heimasóttarhaldið er eisini sett úr gildi, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari, í fráboðan til næmingarnar.
Fjarundirvísingin heldur fram restina av vikuni, og mánadagin er undirvísing sum vant.
- Nú vit aftur kunnu ferðast frítt vil eg heita á tykkum øll um at virða almennu leiðreglurnar, sum hava til endamáls at minka um smittuvandan í samfelagnum. Tað er umráðandi at vit lurta eftir heilsumyndugleikunum, sum í løtuni mæla til eyka varsemi - serliga í Tórshavn, tí enn er smittutalið her ov stórt, skrivar Steinbjørn Hardlei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald