Innanlands

Nærkast 10.000 koronakanningum i Føroyum

98 negativar kanningar vórðu gjørdar í gjár, og síðani 23. apríl hava 3.116 kanningar verið - allar negativar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-27 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt eru nú 9.386 koronakanningar gjørdar í Føroyum. Næstan ein triðingur er gjørdur seinastu 34 dagarnar: Allar 3.116 kanningarnar síðani 23. apríl hava verið negativar.

98 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Um talið av kanningum dagin heldur sær umleið 100, kemur talið av koronakanningum í Føroyum uppum 10.000 einaferð í komandi viku.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Í løtuni er eingin staðfestur smittaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder