Innanlands

Nærri boð um grindina klokkan 18 - stígur komin í á Vestaru Bryggju

Nærri boð verða klokkan 18, og seðlarnir koma altso ikki út tá, sum áður fráboðað, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-29 16:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað av stígi er komin í á Vestaru Bryggju, har teir merkja grindina, sum legði beinini í Sandagerði fyrrapartin.  

Fyrr í dag varð sagt, at seðlarnir komu út um 18 tíðina, men nú sigur Tórshavnar kommuna, at tá vera nærri boð givin um, nær seðlarnir koma út.

Á sandinum til drápið vóru 429 fólk, og 100 bátar tóku lut. Umleið 130 hvalir vóru hildnir til.

Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði við hálvgum níggjutíðina og varð hildin til ein tíma seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder