2021-09-01 11:53

Nú eru 71.169 koronakoppsetingar gjørdar í Føroyum. 36.711 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 34.458 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Hetta svarar, sambært corona.fo, til, at 68,7 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 64,5 prosent eru liðugt koppsett.
Í gjár vórðu 229 fólk koppsett. 46 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 183 fólk fingu tað seinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald