Innanlands

Nærum 500 føroyingar fáa bíligari streym til hitapumpu og elbil

Heilt ítøkiliga er streymurin 50 oyru bíligari fyri hvønn kWt, sum fer til hitapumpu ella elbil, og higartil hava nærum 500 føroyingar gjørt brúk av hesum møguleikanum, sigur SEV

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-09-09 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan apríl í fjør hevur SEV havt heimild at lata bíligari streym til ebilar og góðkendar hitapumpur. Heilt ítøkiliga er streymurin 50 oyru bíligari fyri hvønn kWt, sum fer til hitapumpu ella elbil.

Treytin fyri at koma inn í hesa skipanina er m.a., at ein serstakur málari, t.e. ein sonevndur grønur málari, verður settur upp at máta streymin til hitapumpu og elbil, og higartil hava nærum 500 føroyingar valt at gera brúk av hesum møguleikanum, skrivar elfelagið á heimasíðuna.

Higartil eru 488 grønir málarar tilsettir um alt landið. Flestu grønu málararnir eru tilsettir í Suðurstreymoy, har 256 grønir málarar eru skrásettir, meðan 73 eru í Eysturoynni. 54 eru í Norðstreymoy, 45 eru í Vágum, 32 í Norðoyggjum, 20 í Suðuroy og átta í Sandoynni.

Tað eru hitapumpurnar, sum í flestu førum, eru orsøk til at fólk velja at fáa sær grønan málara, sigur SEV.

Talið á skrásettum heimaløðistøðum kring landið er 144.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder