2020-09-01 14:16
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
85 metrar vóru lagdir afturat í Sandoyartunlinum, sum verður tíggju kilometrar langur tá hann er liðugt boraður.
Og nú er nærum helvtin borað, heili 5.147 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum. Lekar hava merkt arbeiðið seinastu tíðina.
Í síðstu viku vóru boraðir 33 metrar í Traðardali. Har eru nú í alt 2.705 metrar boraðir. Á Gomlurætt vóru í síðstu viku 52 metrar boraðir. Har eru nú í alt 2.442 metrar boraðir.
Tunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald