Í mai mánað komandi ár verður altjóða evropeiska grandprixið, Eurovision Song Contest, hildin fyri 66. ferð, og nú er greitt, at kappingin verður hildin í norðuritalska býnum Torino.
Síðan italski bólkurin Måneskin vann kappingina í vár við sanginum 'Zitti E Buoni’ hevur verið greitt, at næsta kappingin verður hildin í Italia, og eftir nógv prát um, hvar kappingin eigur at verða hildin, varð í gjár boðað frá, at endaliga staðsetingin varð funnin, skrivar Ritzau.
Sangkappingin verður hildin yvir tríggjar dagar í mai 2022 á PalaOlimpico í Torino, har vetrar-OL varð hildið í 2006, uppysti Eurovision í tíðindaskrivi fríggjadagin.
Í ár var fyrstu ferð síðan 1990, at Italia vann Eurovision-sangkappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald