Innanlands

Næstan 14.000 liðugt koppsett

Yvir 42 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrru koppsetingina, og yvir 26 prosent eru liðugt koppsett

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 36.442 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 22.511 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 13.931 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru tey liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 42,3 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 26,2 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 905 fólk koppsett. 630 fólk fingu fyrru koppsetininga, og 275 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder