2020-07-09 14:56
Heilsumálaráðið hevur á síðuni fyri kanningarúrslit dagført tølini. Útfyri 9. juli stendur, at 21.865 koronakanningar eru gjørdar í Føroyum. Tað eru 3.889 fleiri, enn talið var á í gjár.
Orsøkin er, at tað er við dagførdum tølum frá kanningum á eldraøkinum og kanningum frá alifyritøkum, har nógvar kanningar eru framdar.
Eingin smitta var at finna í teimum kanningunum, og tað eru framvegis 188 staðfest smittaði og 188 staðfest frísk í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald