
Tað eru 16 dagar síðani, at Føroyar aftur gjørdust koronufríar. Seinasti tilburður í landinum varð staðfestur í kanning á flogvøllinum 12. mars. Eingin er vorðin smittaður í Føroyum síðani síðst í januar,.
5. mars vórðu koronutilmælini dagførd. Fyri einari viku síðani, 1. apríl, kom tað í gildi, at hjá teimum, ið eru liðugt vaksinerað, og har tað eru átta dagar síðan seinna prikið, ber væl til at hyggja burtur tilmælinum um seks daga heimauppihald.
Les eisini: Nú sleppa summi undan sóttarhaldi
Annars eru fleiri avmarkingar hjá ferðandi, og tað hongur saman við koronustøðuna aðrastaðni. Í Føroyum er mest eyðsædda tilmæli í løtuni, at í mesta lagi 200 fólk savnast í skipaðum bólkum, og at størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur ikki verða hildin fyribils.
Í samband við hetta seinna punktið varð boðað frá, og tað stendur skrivað á corona.fo, at støðan verður eftirmett, og at nýggj tilmæli verða fráboðað skjótt eftir páskir.
Í gjár vórðu 396 korounukanningar gjørdar. Samanlagt er talið av kanningum nú 245.485. 661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum seinastu 13 mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald