Innanlands

Nú sleppa summi undan sóttarhaldi

Frá í dag av er ikki neyðugt hjá teimum, sum eru liðugt koppsett fyri koronu, at fara í heimauppihald í seks dagar eftir komu til landið

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-04-01 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið nakað frammi um, hvørt koppseting fyri koronu hevur við sær, at ein ikki kann bera smittu, men tað er prógvað, at ein koppsettur persónur framvegis kann bera koronusmittuna.

Tað hevur eisini verið tosað og kjakast um tað at býta fólk upp eftir, um ein er koppsettur ella ikki. Í Føroyum verður hetta nú meira og meira gjørt.

Les eisini: Lata koppsettum dønum 1.000 einvegis ferðaseðlar til Føroya

Síðani í fjør summar hevur eitt tilmælið um seks daga heimauppihald eftir komu til landið verið galdandi. Hetta fer úr gildi frá í dag, 1. apríl, av - fyri tey sum kunnu vátta, at tey eru liðugt koppsett. 

- Fyri at verða roknaður sum liðugt koppsettur skal ein persónur, umframt neyðugu prikini, eisini hava fingið seinasta prikið fyri minst átta døgum síðani.

Soleiðis skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari, har til ber at lesa tilmælini, sum hava verið galdandi frá 5. mars. Talan er um tilmæli landstýrins, ið fyri áleið einum mánaði síðani tók avgerð um mannagongdina, sum í dag er komin í gildi.

Síðani 5. mars eru tríggir koronutilburður staðfestur í Føroyum. Allir eru, eins og tað hevur verið síðani síðst í januar, staðfestir við kanning á flogvøllinum. Mannagongdin viðvíkjandi kanning við komu heldur fram í nakrar mánaðir afturat í øllum førum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder