placeholder
Innanlands

Næstan tveir kilometrar long kø longu áðrenn kanningarstøðin lat upp

Bíðirøðin er niðan eftir Landavegnum og eftir Heygsvegnum

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-10 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bíðirøðin gekk í síðstu viku frá Landssjúkrahúsinum eftir J.C Svabos gøtu, niðan eftir Velbastaðvegnum og heilt niðan til Mark á Marknagilsvegnum. Nú kanningarstøðin er flutt niðan á Eirargarð hevur bíðirøðin flutt seg eftir Frælsinum, niðan eftir landavegnum og eftir Heysvegnum oman á Velbastaðvegin.

Og hetta var longu áðrenn kanningarstøðin lat upp klokkan 17, og nú er køin oman eftir Velbastaðvegnum. Sambært Kortal.fo er hetta næstan tveir kilometrar.

At bíðirøðirnar eru langar sæst eisini aftur á hagtølunum, tí met nógvar kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar.

Fríggjadagin vóru 4.521 fólk kannað, leygardagin 3.462 og sunnudagin 2.269 upplýsir Heilsumálaráðið í dag. Tað vil siga, at 10.252 kanningar eru gjørdar hesar seinastu tríggjar dagarnar, svarandi til 19,5 prosent av fólkunum, sum búgva í landinum.

88 tilburðir av korona er í løtuni staðfestir í Føroyum.

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at tey kanna frá klokkan 17-19 gerandisdagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder