
Talan var um næstbesta úrslitið hjá Vaðhorn Seafood P/F í síðstu 10 árini.
Søgan handan Vaðhorn Seafood er sprottin á Eiði, tá virkið var sett á stovn í 1973. Siðani flutti virkið í 1984 til Skála og er í dag staðsett á Hulki á Strondum.
Vaðhorn Seafood framleiðir saltfiskavørur. Rávøran verður keypt frá føroysku línuskipunum umvegis uppboðsølurnar. Vøran verður síðani víðarigóðska á virkinum á Hulki til fyrsta floks saltfiskavøru, til marknaðir í suðurevropa.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Raksturin:
Í ársroknskapinum hjá Vaðhorn Seafood P/F fyri 2024 sæst, at bruttovinningurin var 41,6 mió.kr, sum er ein hækking á 13,7 mió.kr., ella heili 41,4 prosent, í mun til í 2023.
Rakstraravlopið (ebitda) í 2024 øktist munandi, úr 8 mió.kr. í 2023 til 19,3 mió.kr. í 2024. Hækkingin í rakstraravlopinum var 11,2 mió.kr. í 2024 ella 140 prosent. semmett við 2023.
Vaðhorn Seafood hevði í 2024 eitt rakstraravlop eftir skatt á 9,6 mió.kr., sammmett við eitt hall á -358 tkr. í 2023. Tískil betraðist ársúrslitið í 2024 heilar 9,9 mió.kr.
Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 4 mió.kr. til partaeigararnar.
Fíggjarstøðan:
Um vit hyggja eftir eftir fíggjarstøðuni hjá Vaðhorn Seafood sæst, at samlaða fíggjarstøðan í 2024 var 104,3 mió.kr.
Støðisogn, sum er føst ogn og leysafæ og maskinur var 41,6 mió.kr. Ogn í umferð, sum er vørugoymsla, áogn frá sølu, innistandandi peningur vm. vóru 62,7 mió.kr.
Vaðhorn Seafood hevði við árslok 2024 eina eginogn á 33,6 mió.kr. Trygdarstigið er 32,3 prosent, sum verður mett rímuliga gott.
Tann langfreistaða skuldin við árslok 2024 var 19 mió.kr. og stuttfreistaða skuldin var 46,6 mió.kr.
Um hugt verður eftir lyklatalinum gjaldførislutfall, sum vísur støði á gjaldførinum, so er hetta lyklatalið betra úr 110,3 prosent í 2023 til 134,6 prosent í 2024. Tøkur peningur við árslok 2024 var íalt 8,1 mió.kr. Hetta merkir at gjaldførið hjá Vaðhorn er betra í 2024.
Staðfestast kann at talan er um ein góðan roknskap og eitt gott ársúrslit hjá Vaðhorn Seafood fyri 2024. Felagið er somuleigis rímuliga væl fyri fíggjarliga og gjaldførisliga.
Partaeigarar, sum eru størri enn 5 prosent í Vaðhorn Seafood P/F er felagið Sp/f 10.07.2007, har Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen eru eigarar.
Stjóri í Vaðhorn Seafood er Jógvan Gregersen. Nevndarformaður er Bjørn á Heygum.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald