
Týsdagin fyrrapartin vórðu nakrir springarar at síggja norðanfyri Kallin á Kalsoynni. Løgreglan veit ikki at siga júst hvussu nógvir talan var um.
Sýslumaðurin, Jacob Vestergaard, tók avgerð um ikki at halda springararnar til, og teir sluppu.
Eldur í høvuðsstaðnum
Vaktleiðarin á løgrgelustøðini í Havn sigur, at út móti kvøldið í gjár var eitt bál at síggja tætt við Steinatún - beint við gamla bakaríið hjá Frants Restorff.
Hetta høvdu nøkur fólk kynt uttan at biðja um loyvi, og vóru tey biðin um at sløkkja tað. Harafturat fingu fólkini eina álvarsama átalu.
Beint fyri klokkan 23 fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum runni við Hoyvíksvegin. Hetta varð sløkt - og síðani tendra aftur. Fyrrapartin var løgreglan enn í gongd við at finna útav, hvør hevði sett eld á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald