![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sildakanningarnar í ár vístu, at vísitalið fyri nøgdina av sild norðan fyri Føroyar er minkað við 13 prosentum samanborið við í fjør. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Hóast minkingina, so er samlaða talið av sild vaksið. Hetta kemst av, at 2016 árgangurin, sum sýnist at vera góður, er komin inn í stovnin.
Vísitalið fyri nøgdina av svartkjafti er minkað við 26 prosentum.
Í farnu viku vóru úrslitini frá felags sildakanningunum í Norskahavinum fyrr í vár viðgjørd av luttakandi londunum – Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri stovnin er minkað við 13 prosentum, frá 4,87 milliónum tonsum í fjør til 4,25 milliónir tons í ár.
Hóast minking í stovninum, so er samlaða talið av sild vaksið við 15 prosentum. Tað er 2016 árgangurin, ið sær út til at vera góður, sum nú er við at koma inn í vaksna stovnin. Mett verður, at hesin árgangurin í tali er 57 prosent av sildastovninum.
Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland, meðan yngra sildin var eystari, frá Norðurnoregi og suður til 63 °N.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald