Rættiliga nógvir bilar – væl yvir 100 – vóru við í sokallaðu rekkjukoyringini í Vágum, sum er vorðin ein fastur siður tollaksmessukvøld.
Koyringin byrjaði í Eysturoynni um 21-tíðina, og tá røðin var upp á tað longsta í Vágum um midnáttarleitið í gjárkvøldið vóru væl yvir 100 bilar við í koyringini, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein trupulleiki við hesum siðinum er, at tey luttakandi ikki halda seg til galdandi ferðslureglur.
- Vit uppliva at fólk hanga hálv út úr vindeygunum, meðan koyrt verður. Hóast koyrt verður spakuliga, so er hetta ikki í lagið og ikki í tráð við galdandi lógir. Eisini síggja vit, at bilarnir koyra slalom – í slangukoyring – til ampa fyri aðrar bilar, sum skulu framvið. Hetta er heldur ikki í lagið, sigur vakthavandi á politistøðini.
- Vit skrivaðu ongan fyri brot á ferðslureglurnar í gjárkvøldið, men vit hava ringt til nakrar av bilførarunum og givið teimum eina átalu, sigur vaktleiðarin.
Sí myndirnar frá rekkjukoyringini á jn.fo
Ein maður gist í klivanum
Annars hevur náttin fyri jólaaftan verið friðarlig sambært løgregluni. Ein maður hevur ligið nátt í klivanum í Klaksvík. Hann varð handtikin í Eysturoynni. Hann var drukkin og var vorðin illur í sær, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald