2023-10-12 08:54
Tað var nógvur vindur ymsastaðni í landinum í gjár, og gjøgnum allan dagin fekk løgreglan onkrar smávegis fráboðanir um vindskaðar.
Í Hoyvík var eitt vindeygað loysnað og í Norðskála vóru takplátur á neysti við at ríva. Í Klaksvík lá nógv tilfar leyst í sambandi við arbeiði at skifta klædning og tekju. Sløkkiliðið hjálpti at tryggja hesar lutir.
Annars sigur løgreglan, at hetta er tíðin tá fólk skulu tryggja tað sum liggur leyst uttan um húsini, og eisini at taka trampolinur niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald