Fríggjakvøldið fekk Nansý Sunadóttir fekk í kvøld ársins Ebbu-virðisløn til ungt skald.
Hetta hendi á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum, stutt eftir at Bókadagarnir 2025 vórðu skotnir í gongd.
Grundgevingin hjá Rithøvundafelagi Føroya at lata Nansý Sunadóttir virðislønina, stóð m.a.:
– Virðislønin, sum er 25.000 krónur, verður á hvørjum ári latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur. Tað metir Ritøvundafelagið, at Nansý hevur gjørt, við dygdargóða yrkingasavni sínum Eg hvessi mær knívin, eg komi heim, sum kom út á forlagnum Ungu Føroyum í fjør.
– Við djarva yrkingasavni sínum hevur Nansý serliga lagt dent á tabuevnið sjálvsskaða, sum ikki áður er lýst á vakran hátt í føroyskum bókmentum.
– Við hesi fyrstu útgávuni hjá Nansý Sunadóttir síggja vit hana sum ein ungan spíra, sum vit vóna at frætta nógv meira frá í framtíðini.
Øll grundgevingin kann lesast á heimasíðuni hjá Rithøvundafelag Føroya.
Virðislønin, sum varð stovnað 26. november 2017, ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. september 1929 – 20. mai 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald