Uttanlands

Nato-uttanríkismálaráðharrar fundast í dag - uttan Rubio

Fyri fyrstu ferð síðan 1999 verður amerikanski uttanríkismálaráðharrin ikki við á hálvárliga fundinum millum Nato-uttanríkismálaráðharrar

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-12-03 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður hálvárligi fundurin millum uttanríkismálaráðharrar í Nato, men tað verður uttan amerikanska uttanríkismálaráðharran, Marco Rubio.

Sambært amerikanska miðlinum Wall Street Journal er hetta fyrstu ferð síðan 1999, at ein amerikanskur uttanríkismálaráðharri ikki er til staðar á hesum fundinum hjá verjusamgognuni.

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari góðtekur tó fráveruna hjá Rubio.

Tað er til at skilja, tí Rubio arbeiðir øgiliga hart, sigur hann sambært Ritzau.

USA sendir tó eitt annað umboð til fundin fyri Rubio. Tað verður varauttanríkismálaráðharrin, Christopher Landau.

Tað er nógv diplomatiskt virksemi um støðuna í Ukraina í løtuni, og hava m.a. verið fundir millum Russland og USA í Moskva, umframt fundir millum Ukraina og USA í Florida. Eisini varð fundur millum umboð fyri USA, Ukraina og Evropa í Sveis herfyri.

Amerikanska friðarætlanin fyri Ukraina verður eisini á dagsskránni á fundinum hjá Nato-uttanríkismálaráðharrunum í dag.

Tað var í farnu viku, at amerikonsk embætisfólk boðaðu frá, at Rubio ikki hevði ætlanir um at møta upp á Nato-fundinum.

Talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum sigur við Reuters, at Rubio hevur fundast við fleiri sameind seinastu tíðina, og hevur hann eisini regluligt samskifti við onnur í Nato.

– Rubio hevur longu luttikið á einum hópi av fundum við sameindum úr Nato, og kann ikki væntast, at hann skal luttaka á øllum fundum, sigur talsfólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder