2022-07-15 19:10
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið á G! festivalinum koyrir náttarbussur úr Syðrugøtu til Havnar tríggjar ferðir, so festivalgestir úr høvuðsstaðnum lættliga sleppa heim uttan at hugsa um bil.
Koyrt verður frá bussskýlinum í Syðrugøtu kl. 01:00, 02:30 og 04:00. Bussurin koyrir til Magn við Ringvegin í Havn. Ferðaseðil kann keypast í bussinum og kostar 200 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald