Mentan

“Náttin var okey” – nýtt frá Herborg Torkilsdóttir

Ramur deymur í gongini - sangurin er ein heilsan til dreingirnar, ið fara út at leita eftir konufólki, men gloyma at rudda upp heima fyrst

2021-09-14 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herborg Torkilsdóttir hevur givið nýtt staklag út, sum kallast “Náttin var okay”. 

Herborg hevur skriva orð og lag. Hon sigur um sangin, at hann er eitt kerligt skump til teir menn, sum fara í býin við vón um, at finna sær eina fitta damu, men sum í rokanum gloyma at rudda upp harheima fyrst. 

Náttin er okay, men tá kvinnan vaknar upp og veruliga sær alllan ruðulleikan, fer hon flúgvandi út gjøgnum hurðina og hyggur ongantíð aftur!

Herborg ynskti at royna nýggjar leiðir, og fann tískil ein framleiðara í Manchester, at hjálpa sær við lagnum. Hon ynskti, at tað skuldi verða “fólksligt”, men við einari modernaðari og elektroniskari kenslu, og framleiðarin Danny Beck hevur gjørt júst hetta. Terji Rasmussen hevur tikið sangin upp.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder