Tann 3. oktober verður skipað fyri náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
Fyriskiparnir skriva m.a. soleiðis um ráðstevnuna:
– Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum - bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu.
– Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at luttakarar læra meira um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana.
Fyrilestrarhaldararnir eru úr Føroyum og Norðurlondum. Dagurin byrjar við fyrilestrum, og endar í verkstovum seinnapartin har luttakarar fáa møguleikan at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássinum.
Atgongumerkir kunnu keypast á www.nlh.fo
Skráin:
09.00-09.15: Møguleiki at hitta ymiskar náttúrufelagsskapir
09.15-09.30: FNU bjóðar vælkomin og landstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum setir stevnuna
09.30-09.50: Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, greiðir frá Náttúruverndarlógini
09.55-10.15: Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, fortelur um náttúruna í havinum
10.20-10.40: Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, fortelur um náttúruna á landi
10.40-11.00: Kaffisteðgur
11.00-11.30: Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu (beinleiðis stroyming)
10.35-12.05: Lars Dinesen, frá IPBES, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi
12.05-12.40: Døgurðasteðgur
12.40-13.05: Maria Reumert Gjerding, forkvinna hjá Danmark Naturfredningsforening, fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði (beinleiðis stroyming)
13.10-13.55: Fyrsta verkstova byrjar
14.05-14.30: Tíð at finna næstu sessión og kaffisteðgur
14.20-15.15: Næsta verkstova byrjar
15.15-16.00: Kjak og taka saman um dagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald