Russiski andstøðingurin Aleksej Navalnyj verður jarðaður fríggjadagin 1. mars í russiska høvuðsstaðnum Moskva, upplýsir talsfólk hansara á sosiala miðlinum X.
Jarðarferðin verður á Borisovskoje kirkjugarðinum eftir minningarhald í eini kirkju í Maryino-økinum, skrivar DR.
Navalnyj andaðist í fangalegu 16. februar. Familja hansara stríddist í fleiri dagar við at fáa lík hansara útflýggjað av russisku myndugleikunum, men um vikuskiftið boðaði talsfólk hjá Navalnyj frá, at líkið var latið mammu hansara.
Les eisini: Talsfólk: Navalnyj átti at verið leyslatin í fangabýti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald