Innanlands

Negativ koronukanning treyt fyri at møta upp í Løgtinginum

Hetta slær løgtingsformaðurin fast, eftir at spurnartekn varð sett við heimildina hjá Løgtinginum at krevja hetta. Jógvan á Lakjuni skrivar á heimasíðu Løgtingsins, at Løgtingið sjálvt ásetur tingskipan sína sambært Stýrisskipanarlógini

- Hetta snýr seg ikki einans um at verja fyri, at smitta kemur inn í tingið og leggur tingarbeiðið lamið, men eisini um at fáa staðfest smittuna, um so skuldi verið (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Hetta snýr seg ikki einans um at verja fyri, at smitta kemur inn í tingið og leggur tingarbeiðið lamið, men eisini um at fáa staðfest smittuna, um so skuldi verið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-20 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fór Løgtingið aftur til arbeiðis, og í dag heldur tingarbeiði fram við trimum fyrstu viðgerðum og einari framløgu.

Í síðstu viku boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá, at løgtingsfólk, starvsfólk í løgtinginum og landstýrsfólk skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey koma um tingsins gátt - fyri at halda fram við at arbeiða undir tryggum umstøðum. Tað varð eisini gjørt í desember.

Les eisini: 
Øll skulu kannast fyri koronu

Síðani hevur ivi verið sáddur í, um Løgtingið hevur heimildina at gera hetta. Men Jógvan á Lakjuni slær í grein á heimasíðu Løgtingsins fast, at eingin ivi kann vera um, at tað er formansskapurin, sum tekur avgerð um, hvussu tingarbeiðið skal vera skipað, og tað tað er hesa heimild, ið formansskapurin hevur nýtt.

Talan er um § 16 í Stýrisskipanarlógini, har tað er ásett, at Løgtingið sjálvt ásetur tingskipan sína, sum inniheldur nærri reglur um málsgongd og skilhald. 

- Hetta snýr seg ikki einans um at verja fyri, at smitta kemur inn í tingið og leggur tingarbeiðið lamið, men eisini um at fáa staðfest smittuna, um so skuldi verið. Tí aftaná at hava savnast her, fara fólk út aftur í hvør sítt heraðshorn í landinum og kunnu tí gera óbótaligan skaða, um smitta skuldi verið spjadd hiðani.

Soleiðis skrivar løgtingsformaðurin og ger harvið greitt, at formansskapurin av hesum orsøkum heldur, at hesar kanningar eru neyðugar. Hvørt fólk so velja at lata seg kanna, er upp til tey sjálvi at gera av, men sum støðan er í løtuni, er tað ein treyt fyri at møta her í Løgtinginum.

placeholder
placeholder