
Týsdagin 19. desember kemur tingið saman aftur og byrjar veruliga uppá arbeiði sítt í 2021.
Í desember kom fram, at øll tingfólkini vóru kannaði fyri korona fyri at halda fram við at arbeiða undir tryggum umstøðum, og løgtingsformaðurin sigur við Kringvarpið, at soleiðis verður eisini nú.
Øll løgtingsfólk skulu kannast fyri koronu, tá ið tingið kemur saman aftur týsdagin. Gera tey ikki tað, so sleppa tey ikki inn í tingsalin, sigur Jógvan á Lakjuni. Hetta er eisini galdandi fyri landstýrisfólk og starvsfólk í tinginum
Ongar avmarkingar verða tó, í mun til hvussu nógv tingfólk kunnu vera í tingsalinum í senn.
Týsdagin verður 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, umframt ein onnur viðgerð av uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.
Sí skránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald