Kanidisku sangararnir Neil Young og Joni Mitchell hava valt at boykotta svensku tónleikastroymingartænastuna Spotify.
Orsøkin er, at Spotify noktar at taka poddvarpið "The Joe Rogan Experience" av tænastuni, sum sambært Neil Young berur villeiðandi og falskar upplýsingar um koronu. M.a. skal amerikanski skemtarin Joe Rogan í poddvarpinum hava frámælt ungum fólki at lata seg koppseta fyri koronu og viðmæla ikki-góðkendar viðgerðir fyri koronu, skriva fleiri miðlar.
Í 2020 tryggjaði Spotify sær eksklusiv rættindi til poddvarpið "The Joe Rogan Experience" fyri 100 milliónir dollarar, og Neil Young, hvørs tónleikur er stroymdur fleiri hundrað milliónir ferðir, segði í vikuni, at Spotify mátti velja millum hann og Joe Rogan.
Poddvarpið hjá Joe Rogan verður hvønn mánað tikið niður av 200 milliónum brúkarum, og hevur Spotify valt at varðveita tað, og tí hevur Neil Young biðið um at fáa tónleik sín strikaðan av stroymingartænastuni.
Joni Mitchell, sum m.a. er kend fyri lagið "Big Yellow Taxi", og sum hevur 3,7 milliónir stroymingar um mánaðin á Spotify, hevur, eins og Neil Young, boðað frá, at hon ikki ynskir at hava sín tónleik á tænastuni longur.
Orsakað av avgerðini hjá Spotify um at varðveita poddvarpið hjá Joe Rogan, hava nógv fólk strikað teirra Spotify-brúkarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald