Innanlands

Nema hevur framvegis ikki tikið avgerð um 5G-veitara

Talan er um eina handisliga avgerð, sigur Gudny Langgaard. Huawei er ikki vrakað

2020-07-23 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska fjarskiftisfyritøkan, Nema, hevur enn ikki vrakað Huawei sum veitara til sítt 5G-net. Hetta staðfestir Gudny Langgaard, stjóri, fyri Kringvarpinum.

Nógv hevur verið tosað um møguliga vandan við at hava kinesiska tøknirisan sum veitara, og nógv lond hava valt Huawei frá, tá tað kemur til 5G. 

Kringvarpið skrivar, at eftir fundin millum føroyska og amerikanska uttnríkisráðharran í gjár, segði Jenis av Rana, at  føroysku fjarskiftisveitararnir "hálvavegna hava vrakað Huawei".

Tað er tó als ikki vist, at Nema ikki fera at verða nýtt. Talan er um eina handilsliga avgerð, sigur Gudny Langgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder