
Nes kommuna ætlar sær í komandi mánaði at hátíðarhalda, at fólkatalið í kommununi fyri fyrstu ferð nakrantíð er komið upp um 1.500 fólk. Harvið kann kommunan fáa sær býarheiti, og bygdarráðið kalla seg býráð.
“Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1.502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býarheiti”, skrivar kommunan á heimasíðuni og leggur afturat, at bygdaráðið ætlar at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.
1. januar 2018 búðu 1.279 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum – ein vøkstur á 17,4 prosent – seinastu fimm árini.
Hagstovan kom í farnu viku út við seinastu hagtølunum fyri fólkatalið í Føroyum. Í hesi samanteljingini er Nes kommuna tó ikki komin upp á 1.500.
Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni eru pr. 1. november, og tá búðu 1.487 fólk í Nes kommunu: 966 á Toftum, 368 á Nesi og 153 á Saltnesi.
13 av teimum 29 kommununum í Føroyum hava yvir túsund íbúgvar, harav átta (níggju við Nes kommunu) eru oman fyri 1.500.
Tær eru:
Tórshavnar kommuna 23.020
Klaksvíkar kommuna 5.440
Runavíkar kommuna 4.334
Eysturkommuna 2.272
Vága kommuna 2.178
Sunda kommuna 1.818
Tvøroyrar kommuna 1.765
Fuglafjarðar kommuna 1.627
Nes kommuna 1.487
Vágs kommuna 1.380
Vestmanna kommuna 1.269
Sørvágs kommuna 1.241
Sjóvar kommuna 1.191
Tær minstu kommunurnar í landinum eru:
Skúgvoyar kommuna 35
Fugloyar kommuna 39
Famjins kommuna 78
Hovs kommuna 103
Húsavíkar kommuna 105
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald