Innanlands

Nes kommuna og Eiðis kommuna strika nú eisini foreldragjaldið fyribils

Kommunarnar ynskja ikki, at gjaldast skal fyri eina tænastu, sum ikki er har. Tað kostar Eiðis kommunu áleið 120.000 krónur í mistum inntøkum fyri ein mánað - upp ímóti 300.000 fyri Nes kommunu

Í Nes kommunu hevur verið bíðað eftir kommunufelagnum, men nú hevur fíggjarnevndin tikið avgerð um støðuna - Mynd: Ólavur Frederiksen

Í Nes kommunu hevur verið bíðað eftir kommunufelagnum, men nú hevur fíggjarnevndin tikið avgerð um støðuna - Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-04-02 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna og Eysturkommuna boða frá, at einki dagstovnagjald veðrur kravt, meðan dagstovnavirksemi er so skert vegna covid-19. Harumframt verður peningur rindaður aftur, um foreldur hava goldið í tíðarskeiðinum, har dagstovnarnir so at siga eru stongdir.

Fleiri kommunur leggjast nú afturat. Í gjárkvøldið boðaði Eiðis kommuna frá,
at so leingi eingin tænasta er á dagstovnaøkinum, so skal ikki gjaldast fyri tað, tí ein kommuna kann ikki krevja gjald fyri eina tænastu, sum ikki verður givin.

Á heimasíðuni hjá kommununi verður skrivað, at hetta merkir áleið 120.000 krónur í mistum foreldragjøldum um mánaðin - tá páskirnar eru farnar afturum hava dagtovnarnir kring landið bert verið opnir fyri teimum, ið veruliga hava tørv á tí í ein mánað. Eiðis kommuna skrivar, at tað er umráðandi, at kommunur ikki síggja eitt barnagarðsgjald sum eina sjálvsagda inntøku, og fyri tey í bygdaráðnum er tað ein sjálvfylgja, at foreldur ikki skulu gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa.

Les eisini: Ansingargjaldið til viðgerð í Tórshavn og á Tvøroyri

Í morgun hevur Nes kommuna boðað frá, at gjaldast skal ikki fyri dagstovnapláss, meðan covid-19 smittu-tiltøkini eru galdandi, og um barn ikki hevur verið á dagstovni.

Fíggjarnevndin í Nes kommunu hevur viðgjørt dagstovnagjøldini í tíðini dagstovnarnir eru stongdir vegna áheitan frá landsins mynduleikar. Dagstovnaøkið er munandi skert - bert neyðansing er, og fíggjarnevndin í Nes kommunu mælir til, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing í tíðini at dagstovnarnir í Nes kommunu eru stongdir.

Bygdaráðið í Nes kommuna hevði roknað við, at Kommunufelagið meldaði út eina felags støðu viðvíkjandi dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin, og fíggjarnevndin heldur ikki at, at tað ber til at bíða meira eftir kommunufelagnum.

Dagstovnagjøldini í Nes kommunu eru umleið 280.000 fyri hvønn mánað, og nú dagstovnagjøldini í 2020 verða minni enn roknað var við í fíggjarætlanini, verður neyðugt við eykajáttan, skrivar kommunan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder