Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu hevur játtað at tala á einum felags fundi í Kongressini.
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at hann er rørdur yvir at hava fingið møguleikan at tala fyri Kongressini og "bera fram sannleikan um okkara rættvísa kríggi móti teimum, sum royna at beina fyri okkum, fyri umboð fyri amerikanska fólkið og øllum heiminum".
Enn er ógreitt, nær Netanyahu skal tala fyri Kongressini, men hetta verður fjórðu ferð, at Netanyahu fær hendan møguleikan.
Les eisini: Netanyahu boðin at tala fyri amerikonsku Kongressini
USA hevur sum ein av nærmastu stuðlunum hjá Ísrael, stuðlað krígnum móti Hamas í Gaza. Tó hevur amerikanski forsetin, Joe Biden eisini ávarað Netanyahu um, at stuðulin úr USA er treytaður av, at sivilfólk í Gaza verða vard, skrivar Ritzau.
Les eisini: Nýtt uppskot um vápnahvíld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald