Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu heitti um vikuskiftið á ísraelska forsetan, Isaac Herzog um at ógilda ákærnar móti honum um mutur.
Tað sigur ísraelska forsetaskrivstovan sambært ísraelskum miðlum.
Netanyahu hevur síðan mai 2020 verið skuldsettur fyri mutur.
Hann og kona hansara, Sara Netanyahu vórðu skuldsett fyri at hava fingið gávur frá einum amerikonskum filmsframleiðara og avstralskum milliardingi í býti fyri politiskar tænastur. Eisini varð Netanyahu skuldsettur fyri at hava roynt at gera eina avtalu við fleiri ísraelskar miðlar fyri at fáa meira jaliga umrøðu.
Netanyahu noktar seg sekan.
Sambært Ritzau skrivar hann m.a. í umbøn sínari, at tað at droppa rættarmálið móti honum fer at geva honum møguleika at "tálma syndringini", sum hevur sett sín dám á Ísrael.
Herzog fer at taka umbønina hjá Netanyahu til eftirtektar, skrivar ísraelski forsetaskrivstovan, sum ásannar, at talan er um ein óvanlig umbøn, sum kann fáa týðandi avleiðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald