Uttanlands

Netanyahu: Iranar mugu sjálvir gera arbeiðið

Ísrael kann hjálpa við at skapa treytirnar fyri einum stjórnarskifti í Iran, sigur ísraelski forsætisráðharrin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2026-03-13 13:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt mál við álopinum á Iran er at skapa treytirnar fyri einum stjórnarskifti í Iran, men tað eru iranar sjálvir, sum mugu fara út á gøturnar og gera arbeiðið liðugt.

Tað var m.a. boðskapurin, tá ísraelski forsætisráðharrin hósdagin hevði sín fyrsta tíðindafund, síðan Ísrael og USA saman lupu á Iran fyri nærum tveimum vikum síðani.

Netanyahu segði á fundinum, at hann nærum dagliga tosar við amerikanska forsetan, Donald Trump, og hava teir báðir eitt opið samskifti.

Endamálið við álopinum er, eins og sagt hevur verið úr USA, at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn. Men at koppa stýrinum í Iran er eisini eitt av málunum, sigur hann sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.

– Eg havi lagt eitt mál afturat, sum er at skapa treytirnar fyri, at iranska fólkið kann koppa hesum stýrinum, segði Netanyahu.

Tá hann varð spurdur, hvat hann ætlaði at gera við nýggja ovasta leiðaran í Iran, Mojtaba Khamenei, og Naim Qassem, leiðaran í Hizbollah, segði Netanyahu:

– Eg hevði ikki givið nøkrum av leiðarunum av yvirgangsfelagsskapinum lívstryggingar.

Hann legði afturat, at hann ikki fer at greiða nærri frá, hvørjar ætlanirnar eru, men hann undirstrkaði, at eitt stýri má koppast innanífrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder