Uttanlands

Netanyahu: Ísrael skjótt til reiðar at fara víðari til næsta stig av vápnahvíldini

Ísraelski forsætisráðharrin hevur í dag havt vitjan av týska samveldiskanslaranum

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

2025-12-07 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael væntar skjótt at kunna fara víðari til næsta stig av ætlanini um vápnahvíld í Gaza.

Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á felags tíðindafundi við týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz, sum vitjar Í Ísrael í dag.

– Vit umrøddu, hvussu vit kunnu fáa ein enda á Hamas-stýrinum í Gaza. Vit eru liðug við fyrsta part, og so vænta vit sera skjótt at kunna flyta okkum víðari til tann næsta, sum verður torførari, segði Netanyahu sambært Ritzau.

Síðan avtalan um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas kom í gildi 10. oktober hava færri bardagar verið í Gazageiranum, men teir eru tó ikki steðgaðir fullkomiliga.

Fyrsta stig í vápnahvíldini hevur havt við sær, at ísraelskar herdeildir hava trekt seg aftur til ávís øki, meðan Hamas hevur latið allar livandi gíslar leysar umframt útflýggjað líkini av øllum teimum deyðu gíslunum burtsæð frá einum. Eisini eru palestinskir fangar leyslatnir úr ísrael.

Les eisini: Vilja taka næsta stig í vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas

Bæði Ísrael og Hamas hava tó lagt hin partin undir at bróta vápnahvíldina.

Upprunaliga amerikanska ætlanin um vápnahvíld, sum er í 20 punktum, inniheldur eina rúgvu av tiltøkum, sum partarnir skulu samráðast um.

M.a. skal Hamas avvápnast, og eitt nýtt fyribils stýri skal setast inn í Gaza.

Ísraelski forsætisráðharrin segði á tíðindafundinum, at hann væntandi fer at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump einaferð í desember.

– Eg fari at hava sera týðandi samrøður síðst í hesum mánaðinum um, hvussu mann kann koma til næsta stig, segði hann.

Les eisini: Jólatræið í Betlehem tendrað fyri fyrstu ferð í tvey ár


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder