
Ísrael kann ikki góðtaka broytingarnar, sum palestinska Hamas-rørslan hevur skotið upp í uppskotinum til eina 60 dagar langa vápnahvíld í Gaza, sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu sambært Ritzau.
Katar hevur saman við USA og Egyptalandi hava meklað í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.
Hvat tað er, sum Ísrael ikki kann góðtaka, framgongur ikki í fráboðanini frá skrivstovuni hjá Netanyahu.
Herfyri sendi Hamas viðmerkingar til uppskotið, og sambært miðlinum Times of Israel ynskti Hamas tríggjar broytingar m.a. viðvíkjandi neyðhjálp, og at Ísrael skal taka herdeildir sínar aftur, og at skrivast skal í uppskotið, at partarnir skulu samráðast víðari um eina varandi vápnahvíld, inntil semja er funnin um hetta.
Skrivstovan hjá Netanyahu boðaði í gjár eisini frá, at Ísrael fer at senda fólk til Katar í dag at luttaka í samráðingunum við Hamas. M.a. verður víst á, at samráðingarnar kunnu føra til leyslating av fleiri ísraelskum gíslum.
Núverandi uppskotið til vápnahvíld leggur upp til, at Hamas skal leyslata helvtina av teimum gíslunum, sum framvegis eru eftir á lívi í Gaza, meðan palestinskir fanagr skulu leyslatast úr Ísrael. Hvussu nógvir talan er um, er ógreitt.
Av teimum 251 gíslunum, sum vórðu tiknir av Hamas 7. oktober 2023, eru 49 framvegis í Gaza, og sambært ísraelska herinum eru 27 teirra deyðir, meðan 22 væntast at vera á lívi.
Hinir gíslarnir eru longu leyslatnir í sambandi við øðrum vápnahvíldum. Tann fyrsta var í november 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald